Nógvur jólapostur hjá Posta

Nógvur jólapostur hjá Posta
Seinasta freist at senda kort og pakkar til jóla nærkast. Nógvur jólapostur er komin til landið hesi jólini, og hjá Posta hava tey úr at gera.
08.12.2025 - 19:41

Posta hevur úr at gera í hesum døgum, nú hópin av jólapakkum, jólaheilsanum og øðrum posti er at bera út.

Í jólamánaðinum økist talið av bæði posti og pakkum munandi, í mun til aðrar tíðir á árinum. 

Hóast talið av pakkum er umleið tað sama sum í fjør, so er okkurt, sum er broytt í ár. Herdar tollreglur í m.a. ES ger, at færri pakkar verða sendir av landinum. Tí er umráðandi at hava øll viðurskifti í lagi, áðrenn pakkin verður sendur av landinum. Eitt nú, skal tollseðilin er rætt útfyltur. 

 

Keypa jólagávurnar uttanlands

Alsamt fleiri føroyingar velja sjálvi at keypa jólagávurnar uttanlands, og hetta nakað tey merkja á Posta. 

Komandi dagarnar og vikurnar, verður úr at gera hjá postboðunum, tí jólaposturin skal nú berast út um alt landið.   

Posta ber út fram til 23. desembur í Føroyum. Fyri at tryggja, at jólaposturin kemur fram áðrenn jól, skulu brøv latast Posta í seinasta lagi 16. desember og pakkar í seinasta lagi 18. desember. 

Viðvíkjandi jólaposti til Danmarkar, er seinasta freist at lata brøv og pakkar inn tann 11. desember. Freistin at senda jólapost til onnur lond í útheiminum er farin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115