Vit drukna í klæðum

Vit drukna í klæðum
Fýra tons av klæðum enda hvørja viku í endurnýtsluni hjá Reyða Krossi. Heldur hetta fram, megna hjálparfelagsskapir ikki sjálvir at lyfta byrðuna, sigur endurnýtslusamskipari
08.12.2025 - 19:32

Fýra tons av klæðum enda í endurnýtsluni hjá Reyða Krossi hvørja viku.

Tað svarar til góðar fimtan av smáu bingjunum, sum standa uttanfyri handilin á Stiðjugøtu í Havn.

Tølini stava frá Reyða Krossi, sum fyri fyrstu ferð seinastu mánaðirnar hevur skrásett alt tað, sum verður latið inn.

Gongdin er støðug

Hetta er fyrstu ferð, at tað er blivið skrásett, hvussu nógv í veruleikanum endar í endurnýtsluni hjá Reyða Krossi.

Og hóast talið er stórt, koma tey fýra tonsini ikki óvart á Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson, endurnýtslusamskipara í Reyða Krossi.

Hon hevur fylgt gongdini seinastu árini, og sambært henni koma fleiri og fleiri klæðir inn ár eftir ári.
 

Tekin um ovurnýtslu

Sambært Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson er hetta eitt tekin um ovurnýtslu. Vit keypa meira og meira nýtt, sum endar í endurnýtsluni, enn vit keypa úr endurnýtsluni sjálvari.

- Tað er gleðiligt, at fólk eru góð til at lata klæðir inn, men vit noyðast at keypa munandi meira úr endurnýtsluni, um tað skal bata, sigur Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson.

Um gongdin heldur fram, kann trupulleikin gerast so mikið stórur, at hjálparfelagsskapir ikki sjálvir megna at loysa hann, sigur Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891