Fast Track skipanin elvir til vónbrot

Fast Track skipanin elvir til vónbrot
Dreymurin um eitt lív í Føroyum er brostin
27.01.2026 - 19:25

Fernando Troleis kom úr Brasil í 2021 og hóast hann hevur gjørt alt, sum hann kann fyri at integrera seg - eitt nú hevur hann lært seg føroyskt - og hóast hann kundi hugsað sær, at hildið fram við at givið sítt íkast til føroyka samfelagið, so gevur hann nú upp og flytur av landinum aftur.

Hann arbeiðir hjá Bakkafrosti, men er útbúgvin læarari og ynskir at arbeiða sum lærari í Føroyum. 

Men tað er ikki bara sum at siga tað, tá mann er komin gjøgnum fast track skipanina. Og eftir fimm ár hevur hann nú givið upp.

Hann er lærari í máli, og hóast hann arbeiðir við laksi, sæst hesin áhugin aftur í samfelagnum - á Sprotanum -  tí fyri nøkrum árum síðan, skrivaði Fernando, ið hevur portugisiskt sum móðurmál, til Sprotan, og spurdi um tey ikki vóru áhugaði í eini portigisiskari/føroyskari orðabók.

Tað vóru tey á Sprotanum áhugaði í. Hann hevur eisini umsett føroyskar bøkur til portugisiskt og gjørt føroyskt undirvísingartilfar til útlendingar.
 
Á Bakkafrosti hava tey sæð evnini hjá Fernando og bjóðað honum eitt starv har hann undirvísir útlendskum starvsfólkunum í føroyska málinum. 

Men hesum loyvir Fast Track- skipanin ikki og hetta heldur Fernando ikki nógv um

Og tí hevur hann nú slept dreyminum um eitt lív í Føroyum

 

Erika Hayfield, dekanur og granskari á Fròðskarsetur Føroya, var gestur í sjónvarpsstovuni. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961