Úr Sjarpholinum til Bangkok

Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
16-02-2026
- føroysk dokumentarrøð frá 1997

Í hesi dokumentar sendingini frá 1997 fara vit við umhvørvisskipinum Densuddhi og hennara manning gjøgnum Suezveitina, út í Reyðahavið og yvir um Indiskahavið til Singapore. Hilmar Kass fer at siga frá søguni um Suezveitina og síni tíð sum sjómansskúlalærari. Hann hevur verið lærari hjá fleiri hundrað føroyingum, sum nú sigla í langfarasigling. Hetta er fyrsti túruriin hjá Hilmari í slíkari sigling. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Úr Sjarpholinum til Bangkok

- føroysk dokumentarrøð frá 1997

Í fimm sendingum fara vit til Teilands við umhvørvisskipinum Densuddhi.
Tórshavnar Skipasmiðja smíðaði skipið, sum sigldi av Havnini 17. august í 1996. Túrurin yvir tók góðar 6 vikur. Ernst Kass var skipari, Hilmar Kass, stýrimaður, Tórarinn Didriksen, maskinmaður og Zacharias Hammer, kokkur.

- føroysk dokumentarrøð frá 1997
16-02-2026