Úr Sjarpholinum til Bangkok

Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
04-03-2026
- føroysk dokumentarrøð frá 1997

Í fjórðu og næstseinastu sending koma vit til Bangkok, har Densuddhi og føroyska manningin fáa eina heiðurliga almenna móttøku. Vit hitta umboð fyri teilendsku myndugleikarnar og Danida felagsskapin. Føroyska manningin lærir teilendingarnar at brúka skipið og sigla við Densuddhi niðan gjøgnum vøkru Chao Phraya ánna. Fríggjadagin 11. oktober 1996 verður Densuddhi handað teilendsku myndugleikunum. Dagin eftir er stór framsýning, har øll tey gomlu stásiligu skipaini hjá konginum av Siam, sigla oman eftir Chao Phraya ánni. Seinni skal sjálvur kongurin umborð á Densuddhi fyri at signa og doypa Densuddhi. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Úr Sjarpholinum til Bangkok

- føroysk dokumentarrøð frá 1997

Í fimm sendingum fara vit til Teilands við umhvørvisskipinum Densuddhi.
Tórshavnar Skipasmiðja smíðaði skipið, sum sigldi av Havnini 17. august í 1996. Túrurin yvir tók góðar 6 vikur. Ernst Kass var skipari, Hilmar Kass, stýrimaður, Tórarinn Didriksen, maskinmaður og Zacharias Hammer, kokkur.

- føroysk dokumentarrøð frá 1997
04-03-2026
- føroysk dokumentarrøð frá 1997
25-02-2026
- føroysk dokumentarrøð frá 1997
18-02-2026