- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr Sjarpholinum til Bangkok
Í fimtu og seinastu sending úr Teilandi vitja vit tey vøkru Buddha templinií Bangkok, eisini vitja vit ta gomlu kongsborgina og síggja kongsbátarnar sigla oman eftir Chao Praya ánni. Vit vitja Torben Joensen, ið er hálvur føroyingur og saman við konuni hevur eitt vertshús í býnum. Gamla og tronga Patpong gøtan er kend fyri svartan marknað og prostitutión, ið altíð hevur verið ein partur av teirra mentan. Í dag eru stórir trupulleikar av fremmandum ferðafólki og barnaporstitutión. Seinast í sendingini eru vit við til hátíðarhaldið, tá ið kongurin signar og doypur Densuddhi tann 26. ferbruar 1997. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Úr Sjarpholinum til Bangkok
- føroysk dokumentarrøð frá 1997
Í fimm sendingum fara vit til Teilands við umhvørvisskipinum Densuddhi.
Tórshavnar Skipasmiðja smíðaði skipið, sum sigldi av Havnini 17. august í 1996. Túrurin yvir tók góðar 6 vikur. Ernst Kass var skipari, Hilmar Kass, stýrimaður, Tórarinn Didriksen, maskinmaður og Zacharias Hammer, kokkur.



