Mæla til 15 ára aldursmark

Mæla til 15 ára aldursmark
Politiið hevur fingið trý mál um barnalokking á telduspælinum Roblox.
19.02.2026 - 21:53

SSP-ráðgevi mælir foreldrum til at ansa væl eftir, hvat børnini gera á spølum sum Roblox og á sosialum miðlum, men frægast er um børn als ikki hava fartelefonir fyrrenn tey eru minst 15 ára gomul.

"Tá børn spæla á Roblox, er tað týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvørji spøl eru aldurshóskandi fyri barnið, hóast foreldrini longu hava ásett aldur", sigur Súsanna í Króki. Ein nýggj vitlíki funka kom í gildið á Roblox 1. januar 2026, ið skannar andlitið hjá barninum fyri at vátta aldurin. Hetta ger millum annað, at bert børn yvir 13 ár kunnu nýta kjattfunkuna og av tí sama kann hetta tykjast tryggari, til dømis í mun til lokking.

"Tó er ikki óhugsandi, at ein slík funka kortini kann misnýtast og tí verða foreldur biðin um at vísa hesum varsemi.", sigur Súsanna í Króki.

Hartil ber til hjá foreldrunum í skipanini at áseta, hvørji spøl børnini kunnu spæla, og sostatt forða fyri at børnini spæla óhóskandi spøl.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi vísir eisini á, at tað hevur týdning at børnini kenna seg trygg við, at fortelja foreldrunum um tær upplivingar, sum tey hava í spælinum, í kjattinum ella á sosialum miðlum sum heild. Børnini mugu vita, at um okkurt hendir, so er tað ikki teirra skuld og tey kunnu altíð koma til foreldrini við sínum upplivingum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025