Venjarin: Skulu síggja javna bólkin sum ein møguleika

Venjarin: Skulu síggja javna bólkin sum ein møguleika
Tað kom óvart á, at Ísland vann á Montenegro, og nú kunnu øll londini spæla um øll plássini í bólkinum. - Vit skulu síggja tað sum ein møguleika, segði Claus Mogensen
04.03.2026 - 21:16

Sum dysturin ímóti Portugal við Tjarnir leið, gjørdist alt greiðari og greiðari, at Føroyar fóru at vinna og koma upp á fýra stig í sínum EM-undankappingarbólki.

Tað, sum færri kanska høvdu roknað við, var, at Ísland syfti Montenegro á heimavølli, og av tí sama kom upp undir liðina á Portugal við tveimum stigum, meðan Føroyar og Montenegro hava fýra í part.

Tískil kunnu øll fýra londini framvegis spæla um øll fýra plássini í bólki 4. Tvey tey ovastu plássini geva beinleiðis atgongd til EM-endaspælið, meðan fýra tey bestu á 3. plássi eisini sleppa við.

Hetta gevur stóran spenning og økir kanska um ekkan hjá spælarunum, men Føroyar skulu síggja støðuna sum ein møguleika, segði venjarin Claus Mogensen eftir 25-21 sigurin á Portugal.

 - Vit kunnu spæla um øll plássini frá nummar eitt til fýra nú. Um montenegro hevði vunnið í dag og sum væntað sunnudagin á heimavølli, vóru tær farnar avstað við ovasta plássinum, greiddi venjarin frá.

 - Nú verður sunnudagurin sera týdningarmikil. Um vit kunnu fara til Portugal og spæla ein góðan dyst og vinna, kunnu tær ikki fáa okkum aftur longur, og so eru vit nær tí, vit droyma um, segði Claus Mogensen.

Venjarin var ikki nøgdur við álopsspælið, men verjan við Lív B. Zachariasen á odda fekk gott skoðsmál. Hann var ongantíð í iva um, at Føroyar fóru at vinna dystin, men ilskaðist eitt sindur inn á mongu teknisku villurnar.

- Vit hava gott tamarhald á, men hava eisini nakrar forferdiliga vánaligar løtur. Tíbetur fáa vit eina sera góða byrjan eftir steðgin við trimum skjótum og góðum málum, og tað ger, at tær fingu skund beinanvegin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595