Sterkan búskap og betri bústaðarmøguleikar

Sterkan búskap og betri bústaðarmøguleikar
Sambandsflokkurin leggur serligan dent á at hava ein sterkan búskap, umframt betri møguleikar hjá ungum familjum og lesandi at fáa ein bústað
13.03.2026 - 14:39

Sambandsflokkurin sigur, at Føroyar skulu hava ein sterkan búskap við yvirskoti á fíggjarlógini í góðum tíðum.

Lyklaorðini í valskránni hjá Sambandsflokkinum eru búskapur, trivnaður og tryggleiki.

Bústaðarmarknaðurin er ein av størstu avbjóðingunum í Føroyum, og tí leggur Sambandsflokkurin stóran dent á bústaðarmál í valskránni.

Flokkurin vil millum annað stovna ein bústaðargrunn upp á 200 milliónir krónur. Endamálið er at gera tað lættari hjá nýggjum keyparum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Uppskotið er, at fyrstu ferð keyparar kunnu lána upp til fimm prosent – í mesta lagi 200.000 krónur – til eginpening.

Eisini verður skotið upp, at fólk, í upp til tíggju ár, kunnu brúka helvtina av sínum pensjónsinngjaldi sum løn.

Sambandsflokkurin vil samstundis gera byggireglur og treytir einfaldari og seta ferð á matrikulering fyri at fáa fleiri grundstykki á marknaðin.

Í valskránni leggur flokkurin eisini dent á vinnulívið. Sambandsflokkurin vil styrkja íverksetaragrundarlagið og menna vinnuferðavinnuna.

Flokkurin vil eisini broyta skattareglur fyri arbeiðsfólk uttanlands og arbeiða fyri fleiri altjóða handilsavtalum, millum annað við ES.

Eitt annað mál í valskránni er at taka mótrokningina hjá arbeiðandi pensjónistum burtur.

Sí innslag úr Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781