Sørvingar meistarar: Orð rukku ikki á Giljanesi

Sørvingar meistarar: Orð rukku ikki á Giljanesi
- Eg havi tað fantastiskt beint nú. Orð kunnu ikki ordiliga beskriva tað. Tað segði Henrikka Wang Jacobsen, eftir at SÍ hevði vunnið sítt 6. meistaraheitið
23.03.2026 - 17:20

Við sigri á Mjølni vann SÍ sítt 6. føroyameistaraheiti, men sørvingar máttu stríðast til síðsta bólt á Giljanesi leygardagin.

Útiliðið, sum mátti vinna dystin, vann nevniliga tvey tey fyrstu settini, men SÍ-kvinnurnar reistu seg í stórum stíli og vunnu javnbrótaran eftir at tær høvdu javnað til 2-2 við tveimum settum á rað.

 - Eg havi tað fantastiskt beint nú. Orð kunnu ikki ordiliga beskriva tað, segði Henrikka Wang Jacobsen hjá SÍ, meðan Mjølnir-venjarin Boban Ilic rósti sínum spælarum og spælinum sum heild og mátti ásanna, at heimaliðið var hvassari í avgerandi løtunum.

 

Høllin á Giljanesi (seinna FM-finalan, Hotel Djurhuus-deildin)

SÍ - Mjølnir, 3-2 (26-28, 23-25, 25-20, 25-17, 15-12)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435