Ymisk sjónarmið um ADHD gransking

Ymisk sjónarmið um ADHD gransking
Á Psykiatriska Deplinum halda tey at temadagurin Øll søgan um ADHD, sum var herfyri, var anti-psykiatriskur og ikki umboðaði teirra sjónarmið
16.06.2026 - 19:23

Fyrst í mánaðinum vóru umleið 400 folk samlaði á stórum temadegi um ADHD í Norðurlandahúsinum. Sálarfrøðingarnir Gitte Klein og Sune Poulsen skipaðu fyri temadegnum 

Høvuðstalari var sálarlæknin og psykiatarin Samid Dimimi, sum millum annað segði, at granskingin ikki er greið -  um ADHD er viðfødd, genetisk ella  um ein ADHD diagnosa er varandi.

Vit skifta orð við leiðandi yvirlæknan á Psykiatriska Deplinum, Tórmóður Stórá, um sjónarmið uppá gransking innan psykiatri, og um viðgerð og heilivág tey brúka fyri ADHD. 

Tey seinastu 10 árini er talið av fólki, sum eru í viðgerð við heilivági fyri ADHD seksfaldað. Í 2016 tóku umleið 340 føroyingar ADHD heilivág, og í 2025 var talið komið upp á 2000 føroyingar. Kostnaðurin fyri ADHD heilivág til ein kostar millum 1500 - 2000 krónur um mánaðin. Við 2000 føroyskum brúkarum er árligi kostnaðurin sostatt millum 36 og 48 milliónir krónur árliga. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815