Fyrstu rognini komin til Skálavíkar

Fyrstu rognini komin til Skálavíkar
Størsta smoltstøðin í Føroyum er um at verða klár, og í gjár komu fyrstu rognini upp á pláss á støðini
18.06.2026 - 20:54

Allarfyrsta veitingin av rognum kom í gjár úr Íslandi og inn á nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.

Tað snýr seg um 1,8 milliónir rogn, sum í gjár blivu pakkaði út, sóttreinsaði og løgd inn í rognrúmið á støðini.

Har vera tey liggjandi í umleið tríggjar mánaðar, áðrenn tey vera flutt í størri kør.

Júst hendan veitingin kemur úr Íslandi, har Bakkafrost hevur ein av fleiri føstum veitarum.

Eisini hevur Bakkafrost egin rogn, men tað er neyðugt við ymiskum veitarum, um sjúka skuldi komið í. 

Her heima er hetta størsta av sínum slag, og fer at geva Bakkafrosti áleið 7.5 milliónir smolt aftrat um árið.

Støðin hevur fimm hallir, og smoltini eru í hvørjari eind í tríggjar mánaðar. Tað vil siga, at tað ganga áleið 15 mánaðar til tey fara á sjógv. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025