Matarskipan til fólkaskúlar í Havn

Matarskipan til fólkaskúlar í Havn
Tórshavnar kommuna søkir eftir køksleiðara til størstu matverkætlan í Føroyum. Sum frálíður skulu allir fólkaskúlanæmingar í kommununi skulu kunna fáa at eta í skúlanum.
26.06.2026 - 19:25

Í eina tíð hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við at gera eina matarskipan til fólkaskúlar. 

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, greiðir frá, at køksleiðarin, sum kommunan søkir eftir, skal taka sær vera tann, sum tekur sær av at borðreiða matin til næmingarnar. Starvið skal setast í heyst.

- Tað er sera umroðandi, at tað er heilsugóður matur. Gransking vísir, at um børn fáa heilsugóðan mat, tá tey ganga í skúla, so trívast tey betur, tey læra betur, og heilsuójavnin millum børn minkar. So tað hevur sera góða ávirkan at fáa heilsugóðan mat, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Álit um matarskipan
Tórshavnar kommuna hevur, sum sagt, arbeitt við málinum eina tíð. Nú er komið so langt sum, at alit er skrivað.

Í álitinum verður m.a. greitt frá, at tey hava hugt eftir líknandi matarskipanum aðrastaðni. M.a. í Klaksvík, Keypmannahavn, Aarhus og Reykjavík.

Kommunan hevur eisini gjørt kanningar av tørvinum, og hvussu nógv foreldur eru tilreiðar at gjalda.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659