Børkubóndin er viðbrekin og verdur at verja

Børkubóndin er viðbrekin og verdur at verja
Tjóðsavnið mælir til at verja børkubóndan hóast hann strangt tikið ikki er friðaður.
07.07.2026 - 19:29

Hevur tú nakrantíð verið í iva, um tú hevur loyvi at sláa ella heinta børkubóndan? 

Tað kanst tú gott, men spyrt tú Jóhannu Alberg, lívfrøðing á Tjóðsavninum, skulu vit helst lata vera.

 

Reyði børkubóndin er sjáldsamur

Vit hava tvey sløg av børkubóndum í Føroyum. Vit hava tjaldursbørkubóndan, sum er ljóst lillaður, og so hava vit tann myrka, ið kallast reyði børkubóndin.

Tað er tann reyði børkubóndin, sum er serstakur. Og hóast hann ikki er friðaður í Føroyum, so er hann kortini viðbrekin.

Vit vita ikki nógv um hann, hvar hann er ella hvussu vanligur hann er, og tí er hann eisini at finna á lokala reyðlistanum í Føroyum, sum er eitt yvirlit yvir plantur, sum eru sjáldsamar, ella sum vit ikki vita nóg mikið um. 

 

Misskiljing er hend

Men tað er ikki nýtt fyri Jóhonnu Alberg, at fólk halda, at børkubóndin er friðaður. 

Líka síðan hon var barn, hevur hon hoyrt um hetta, og tað er, sambært henni, ein misskiljing, sum er hend í samband við, at børkubóndin varð settur á reyðlistan.

Sambært Jóhonnu Alberg mann friðingin hava sníkt seg upp í samskiftið, sum hevur verið tá.

Men heilt óheppið hevur tað ikki verið, spyrt tú Jóhonnu Alber.

 

Mæla til at ansa honum

- Tað er gott at síggja, at fleri vilja varðveita børkubóndan og til dømis sláa rundanum hann, tá tey sláa plenuna.

Tí vit síggja nú, at hann veksur væl runt umkring. Vit vita tó ikki hví, sigur Jóhanna Alberg, men ein orsøk kann vera júst tað, at vit hava ansa eftir honum so leingi. Tí heldur hon eisini, at tað er spell, um vit byrja at sláa og heinta børkubóndan nú. 

- Tá hann stendur at vera sjáldsamur, so mugu vit ganga út frá, at hann hevur verið sjáldsamur og møguliga er tað enn, sigur Jóhanna Alberg.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525