30 ár seinni: - Vit lærdu at liva við tí

30 ár seinni: - Vit lærdu at liva við tí
Hendingarnar bera vit framvegis við okkum, fortelja Brian og Jens, sum vóru nøkur av teimum fyrstu bjargingarfólkunum á staðnum, eftir flogvanlukkuna í Selvík í 1996
Fotografur: Símun Waag
04.08.2026 - 19:25

Vit vistu slett ikki, hvat vit komu út til, siga Brian Bækgaard og Jens Tømmerup um lagnudagin, tá eitt Golfstream-flogfar hjá donsku verjuni datt niður í Selvík 3. august 1996. Níggju fólk vóru við flogfarinum, og øll doyðu. 

Teir báðir sita við minnisvarðan, sum varð reistur við Sørvágsfjørð í sambandi við 25 ára dagin fyri fimm árum síðani, meðan teir fortelja um hendingarnar. 

Teir vóru nøkur av teimum fyrstu bjargingarfólkunum á staðnum. Nakað, sum hevur sett síni spor. Báðir hava fingið staðfest PTSD - og uppliva framvegis sonevnd flasbacks. 

Í mong ár tósaðu teir kortini ikki um tað, sum teir høvdu upplivað. - Og vit høvdu heldur ongan at tosa við, leggja teir aftrat. 

Minningarhald og viðurkenning 

Í Sørvági mintust tey í gjár flogvanlukkuna, sum er tann størstu í søguni hjá donsku verjuni. 

Aftrat minningarhaldinum, vórðu heiðurstekin latin teimum føroysku og donsku bjargingarfólkunum, sum ein tøkk fyri teirra avrik í sambandi við flogvanlukkuna.

- Vit hava bíðað í 30 ár 

Tað kenninst gott at fáa viðurkenning, siga Brian Bækgaard og Jens Tømmerup, eftir at teir hava fingið heiðurstekn. 

Hóast hetta kemur 30 ár seinni, so hevur tað týdning, at vit fáa tað nú, siga teir báðir. 

Sjálvt um 30 ár eru liðin, so sita hendingarnar framvegis í kroppinum. Teir vóna kortini, at tað nú verður lættari at liva eitt vanligt lív. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666