SF26: Regnið stýrir uttan um stóru løturnar - fyri ein stóran part

SF26: Regnið stýrir uttan um stóru løturnar - fyri ein stóran part
Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur, gleðir seg mest til at hoyra Rasmus Seebach. Hann lovar, at regnið fer at stýra uttan um tær stóru løturnar á Summarfestivalinum - so dánt
Uni Leitisstein Hansen
Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur, sigur, at tað er eitt lágtrýst, sum hevur beina kós móti Føroyum, ið gevur avbjóðandi veðrið á Summarfestivalinum
05.08.2026 - 20:45

"Nýggjastu veðurforsøgnirnar siga, at tað verður ikki nógvur vindur á festivalinum yvirhøvur," staðfestir Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya

"Regnið, sum kemur, fer at stýra uttan um stóru løturnar á Summarfestivalinum - fyri ein stóran part".

Orsøkin til avbjóðandi veðrið er, at eitt lágtrýst gongur beint ímóti Føroyum, og tá kunnu forsagnirnar broytast rættiliga nógv. 

 

LES EISINI: 10 nøvn, tú mást hoyra á Summarfestivalinum

 

Gleðir seg til Rasmus Seebach

Sjálvur gleðir Hanus Kjølbro seg mest til at hoyra Rasmus Seebach fríggjakvøldið. 

 

Almenna veðrið kann síggjast á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya:

 

Hósdagin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, sum fyrrapartin ongur niður í útsynning, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um náttina regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og regn. Seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Um kvøldið ælaveður. Um náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.

Leygardagin

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin veksandi upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn, stundum grovt regn. Sum frá líður gongur hann niður í sunnan og fer vesturum. Um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina lækkar hann í sunnan. Hitin 8 til 12 stig.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558