Lívið eftir krabba: Vitan um seinárin haltar

Lívið eftir krabba: Vitan um seinárin haltar
Fleiri og fleiri, sum hava havt krabbamein, gerast frísk og liva eitt lív merkt av seinárinum, sum samfelagið ikki skilir
20.08.2026 - 19:36

Fleiri og fleiri, sum hava havt krabbamein, gerast frísk.

Tað merkir samstundis eisini, at alt fleiri liva við seinárinum. 

Karin Dahl fekk staðfest krabbamein fyri seks árum síðan, og í dag stríðist hon við eitt nú hoyri- og tannskaða.

Í nógvum førum upplivir hon, at hjálpin ikki er nóg væl skipað.

Jansy Gaardlykke er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, og í hennara dagliga virki sær hon ein stóran tørv á at raðfesta bæði hjálp og kunning á økinum. 

Ein endurmenningareind er ein loysn, sum bæði Karin Dahl og Jansy Gaardlykke eftirlýsa, tí tørvur er á at hava vitan savnaða á einum stað.

Hetta er nakað, sum riggar væl eitt nú í Danmark, har tey hava sonevndar seinárinsklinikkir.

Í krabbameinsætlanini 2022 stendur skrivað, at ein endurmenningareind er nakað, mann vil seta í verk fyri at lofta teimum við seinárinum. 

Og spyrt tú Karina Dahl er hon ikki í iva um, at ein tílík eind hevði givið henni orkuna at komið fyri seg bæði betur og skjótari.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342