Gevst eftir 50 ár á skjalasavninum

Gevst eftir 50 ár á skjalasavninum
John Kjær hevði í dag síðsta arbeiðsdag á Tjóðskjalasavninum, har hann hevur starvast í 50 ár. Frameftir ætlar hann sær at vitja savnið sum brúkari
02.10.2026 - 19:48

John Kjær er skjalavørur á Tjóðskjalasavninum. Har hevur hann starvast í 50 ár, men í dag var síðsti arbeiðsdagur hjá honum. Vit spurdu hann, hvat hann fer at gera nú, hann ikki longur fer at hava gerandisdag á skjalasavninum.

- Fyrst av øllum fari eg at rudda skrivstovuna, soleiðis at onnur sleppa til. Síðan havi eg eina rúgvu av øðrum innanfyri tað, sum eg havi tikist við. Serliga innanfyri ítrótt. Har eru ymsar nevndir, og so arbeiði eg við Oyggjaleikum komandi. Og ikki minst, so fari eg at vera lesistovugestur. Nú verði tað eg, sum skal til at bíleggja, og eg veit jú, hvat eg skal bíleggja, so eg kann fáa tað heim á lesistovuna at brúka.

Tá John Kjær byrjaði at arbeiða á Landsskjalasavninum, sum tað æt tá, var savnið ikki líka væl skipað, sum tað er í dag. 

- Tað var ikki eitt yvirlit yvir goymlsuna ella nakað. So tað fyrsta, eg fór í gongd við, tað var at skráseta alt tað, sum vit høvdu. Hvar tað bleiv goymt, hvat tað var. Hill fyri hill, allan vegin ígjøgnum, og so gera nøkur katalog, sum tað eitur, soleiðis at fólk, sum komu á vitjan her, kundu síggja hvat tað var, og út frá tí kundu bíleggja tilfar út á lesistovuna.

Og hann hevur upplivað nógvar broytingar, t.d. í samband við nógvar yvirtøkur, sum fóru fram í 1970-árunum.

- Teir stovnarnir, sum komu úr ríkismyndugleikunum, teir høvdu ofta tað gamla fyrisitingarslagið við sær. Tað var yvirtikið, og tey vistu nakað um journalisering, meðan stovnar, sum komu fullkomiliga á berum, tey máttu byrja á berum, og vit máttu vera við til at hjálpa

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595