- Tíðindi, mentan og ítróttur
300 krónur fyri eina tablett
Í dag verður millum fimm og seks ferðr so nógvur ADHD heilivágur útskrivaður, sammett við fyri 10 árum síðani. Ein natúrlig orsøk til vøksturin er, at síðstu árini er nógv gjørt við ADHD'økið, fólk í stórum tali eru útgreinað, hava fingið staðfest ADHD og harvið rættin til heilivág, ið skal geva teimum eitt betri lív.
Men ADHD-heilivágurin, eisini nevndur Retalin, kann eisini brúkast til at rúsa seg við. Og tað hevur skapt gróðrarbotn fyri einum svørtum marknaði í rúsevnisumhvørvinum.
-Tað er púra vanligt, at vit síggja slíkan heilivág saman við øðrum rúsevnum, ið vit leggja hald á, sigur Heri Andreassen, varapolitiinspektørur á kanningardeildini hjá politinum.
Ein teirra, ið brúkar Retalin til at rúsa seg við, er Leivur Haldórsson, sum vit síggja í sendingini Leivur vil liva. Í sendingini fáa vit innlit í gerandisdegnum hjá Leivi, sum í stóran mun snýr seg um hansara misbrúk
Turið Holm Johannesen, forkvinna í Kommunulæknafelagnum, ásannar, at tað er sera trupult at forða fyri, at hesin resept'heilivágur verður brúktur til annað enn tað, hann er ætlaður.
Í sendingini "Leivur vil liva" verða dyrnar eisini latnar upp inn á Herbergið, har Leivur Haldórsson býr.
-Hetta er veruleikin hjá nøkrum menniskjum í okkara samfelag, og tað haldi eg at øll hava gott av at síggja, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum.



























