- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegnir gullbrøður: Knudsen og NSÍ hoyra saman
Brøðurnir Petur og Aron Knudsen fingu leyklaleiklutir, nú tað eydnaðist at røkka mállinjuni við fyrsta FM-gullinum í 19 ár.
Fyri viku síðan skeyt Aron Knudsen avgerandi málið í sigrinum á 07 Vestur, og ímóti HB var tað Petur Knudsen, sum skeyt eitt líknandi og altavgerandi mál í javnleikinum ímóti HB.
Í 2007 var tað pápin, Jens Martin Knudsen, sum átti stóran leiklut í fyrsta meistaraheitinum hjá NSÍ.
- Tveir teir seinastu dystirnar, hava vit báðir staðið aftanfyri málini, og tað er okkurt við Knudsen og NSÍ, sum matchar væl, og tað hava vit víst aftur í ár, segði Petur Knudsen eftir 1-1 javnleikin ímóti HB.
HB legði seg framum, tá ein tími var spældur, men fimm minuttir fyri leiklok javnaði Petur Knudsen, og tað eina stigið var nóg mikið.
Liðskiparin og toppskjúttin hjá NSÍ hevði ilt við at lýsa støðuna, men gleddist eins nógv um ferðina og um at vera komin um mállinjuna.
- Vit báðir hava verið ígjøgnum nógv, bæði á og uttanfyri vøllin. Vit hava lært hvønn annan at sparka fótbólt, og vit hava lært hvønn annan, hvussu mann uppførir seg, og fyri meg hevur tað kanska størst týdning. At vit báðir kunnu standa her í dag saman við liðfeløgunum, segði Petur Knudsen.

























