- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindmylluseinkingar kosta nógv búskaparliga
Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at fáa fleiri vindmyllur upp í Føroyum.
Í 2024 legði Ingilín Didriksen Strøm, táverandi landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fram eina ætlan um fimm vindmyllur í fimm ár.
Tann fyrsta av teimum, hon í Klivaløkshaga á Sandoynni skuldi eftir ætlan vera í rakstri í 2025.
21. februar í 2025 vann eitt felag hjá Johan í Niðristovu útbjóðingina at byggja vindmyllurnar.
Men tað hevur drigið út, tí at nógvar forðingar hava verið á vegnum. Fleiri mótmæli og kærur hava verið.
Fuglakanningar lidnar
Yvirfriðingarnevndin kravdi eisini, at fuglalívið í økinum skuldi kannast í eitt heilt ár afturat, áðrenn Yvirfriðingarnevndin fór at taka støðu í málinum.
Fyri 10 døgum síðani, 16. oktober fekk Yvirfriðingarnevndin kanningina.
Vit hava fingið at vita frá Yvirfriðingarnevndini, at frágreiðingin er komin, og at hon verður viðgjørd í næstum. Eingin fundur er tó ásettur enn í Yvirfriðingarnevndini.
Um Yvirfriðingarnevndin sigur ja til ætlanina, so skal Sands kommuna geva endaligt byggiloyvi. Kommunan hevur tó longu givið eitt prinsipielt byggiloyvi.
Johan í Niðristovu sigur fyri Kringvarpinum, at ikki fyrr enn øll loyvi eru komin upp á pláss, kunnu tær sjey vindmyllurnar bíleggjast frá Vestas. Og har er eisini bíðitíð. Hann sigur, at um tað gongur sera væl, so kunnu myllurnar standa upp og mala á heysti 2027. Um tað ikki gongu eins væl, og bíðitíðin eftir myllunum dregur út, so kann tað gott vera, at myllurnar ikki mala fyrr enn á summri í 2028.
Ampagjaldið strikað
At tað sokallaða ampagjaldið er strikað, har eigarar og festarar hava fingið eitt gjald fyri mist bit, tá ið vindmyllur eru settar upp, seinkar nú orkuskiftinum. Vit kunnu taka tvær tær nýggjastu vindmyllulundirnar sum dømi, sum eisini eru tær størstu.
Eigararnir av Gellingarkletti fáa 480.000 krónur í árligum leigugjaldi, meðan eigararnir av Flatnahaga fáa 550.000 krónur árliga í ampagjaldi
Nýggjar mannagongdir, sum Umhvørvismálaráðið kom við í juni í fjør, við væl lægri gjaldi gera tað trupult at fáa avtalur við eigarar, har nú er ætlanin at seta vindmyllur upp
- Gjaldið er bara ein brøkpartur av tí gjaldi, tað hevur verið áður, sigur Ari Johaneson, leiðararin í Elveitingareftirlitinum.
Innlit, sum Kringvarpið hevur fingið hendur á, vísir, at til dømis Flatnahagi fær 550.000 krónur árliga í leigugjaldi, og Gellingarklettur fær 480.000 krónur árliga í ampagjaldi.
Ampagjald er avtalað við eigararnar av Klivaløkshaga. Men nú tær næstu fýra vindmyllulundirnar skulu gerast, er ampagjaldið strikað. Eigararnir í Porkerishaga og Junkarahaga vilja ikki gera avtalu.
Hetta kann seinkað gongdini í fleiri mánaðir, møguliga í ár.
Ari Johaneson, leiðararin í Elveitingareftirlitinum, metir ikki, at tey leigugjøld, sum hava verið nýtt higartil, eru ov høg, samanborið við leigugjøld í grannalondunum.






















