Nærum 7.000 hava sæð Fólk og dólgar í Kardamummubýi

Nærum 7.000 hava sæð Fólk og dólgar í Kardamummubýi
Filmurin verður sýndur í biografinum hetta árið út
Stór og smá á veg at síggja Fólk og dólgar í Kardamummubýi. Higartil hava nærum 7.000 sæð filmin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.10.2026 - 12:10

Nærum 7.000 hava sæð teknifilmin Fólk og dólgar í Kardamummubýi. 

Filmurin hevur føroyska talu.

Filmurin um fólk og dólgar í Kardamummubýnum verður sýndur í biografinum hetta árið út. 

Fleri sýningar eru hvønn dag, og til ber hjá skúlaflokkum og barnagørðum at síggja filmin fyrrapart.

Eisini hevur Havnar Bio nakrar sýningar á skránni, har bæði ljóð og ljós verða dempað eitt sindur. So verður tað ongantíð heilt myrkt, og einki ljóð verður alt ov hart.

 

Triði filmurin

Hetta er triði teknifilmurin, sum er gjørdur og ætlaður sum biograffilmur. 

Í fjør varð teknifilmurin um Palla Halaleysa vístur, og fyrraárið filmurin um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.

Løkshøll og SALT hava eisini biografloyvi umframt Havnar Bio, og Kringvarpið hevur samstarv við biografarnar um at vísa filmin um Fólk og dólgar í Kardamummubýi. 

Arbeitt verður longu nú við at fáa loyvi og rættindi, so ein nýggjur familjuvinarligur teknifilmur uttan aldursmark eisini kann vísast á heysti í 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672