Vetrarkappingin: Julian rann og vann aftur

Vetrarkappingin: Julian rann og vann aftur
Bjørk Herup Olsen vann aftur hjá kvinnum, og Julian Gregersen, sum var við aftur eftir skaða, vann frammanfyri Rógva Kárason og Torbjørn Hentze í 2. umfari í vetrarkappingini
10.11.2026 - 08:30

Julian Gregersen úr Treysti og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vunnu, tá annað umfar í vetrarkappingini var í góðveðrinum á Sandi um vikuskiftið.

Klaksvíkingurin var við aftur eftir skaðasteðg, og hann fór avstað við gullinum í fyrstu royndini frammanfyri Rógva Kárason og Torbjørn Hentze úr Bragdinum.

Julian Gregersen rann teir knøppu níggju kilometrarnar upp á  28:27,1 - eini 40 sekund frammanfyri Rógva Kárason, sum vann Kerjarenningina, sum var fyrsta umfar av vetrarkappingini.

Hjá kvinnum var Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum suveren við tíðini 35:09,0. Valborg Heinesen, sum endaði á 2. plássi seinast, var ikki við hesa ferð. Í staðin endaði unga Elia Mouritsen nummar tvey.

Lokala rennifelagið Tindar skipaði fyri kappingini saman við Bragdinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210