- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talv: Genturnar møttu upp í stórum stíli
Genturnar møttu upp í stórum stíli at kappast um FM-heitini í talvi í Eiði um vikuskiftið.
Góðir 60 telvarar kappaðust í fimm aldursbólkum, og í mun til undanfarin ár er luttøkan tíggjufaldað.
Orsøkirnar kunnu vera fleiri, helt fyriskiparin Rógvi Egilstoft úr talvfelagnum Róki.
- FM fyri skúlatelving hevur akkurát verið, og so hava vit gjørt eitt sindur meir burturúr enn vanligt, segði Rógvi Egilstoft, sum sjálvur er royndur telvari.
Allar genturnar, sum tóku lut, fingu eitt biograf-atgongumerki aftur fyri og ókeypis luttøku til talvkappingina Janus Open III í januar.
Harafturat var boðið til borðs eftir kappingina.
- Tað verður sagt, at gentum dámar væl felagsskapin, so vit royna at gera eitt sindur eyka burturúr aftaná. Tað er matur aftaná til øll, so vit royna at gera annað enn bara at kappast, greiddi Rógvi Egilstoft frá.




























