HSF-starvsnevndin vil herða reglarnar

12.04.2012 - 09:54
Ítróttur
HSF-starvsnevndin vil herða reglarnar
Starvsnevndin hjá Hondbóltsambandi Føroya tekur frástøðu frá niðrandi atburðinum í dystinum millum Stjørnuna og Neistan í farna mánað.

"Tak handan mannin". "Bið hana spæla við monnunum. Tað er har, hon hoyrir heima."

Tað er millum annað hesir setningar, sum ein áskoðara rópti rópti eftir Neistaleikaranum Barbaru Brauer í dysti í Klaksvík í síðsta mánað, sum hevur fingið Neistan at senda kæru inn til aganevndina hjá Hondbóltssambandi Føroya.

Málið snýr seg í stuttum um tað, ið fór fram inni á vøllinum og uttanfyri vøllin tann 13. mars í Ítróttarhøllini í Klaksvík í dystinum millum Stjørnuna og Neistan.

Eftir dystin sendi Neistin ein kæru til aganevndina, har ført varð fram, at ávísir leikarar hjá Stjørnuni, formaðurin fyri Stjørnuna og harumframt nakrir áskoðarar skulu hava rópt niðrandi róp um kynið hjá ávísum Neistaleikara.

Stjørnan vísir, sambært útskurðinum hjá aganevndini, stórt sæð øllum kærupunktunum hjá Neistanum aftur.

Dómaraparið hoyrdi ikki, hvat varð rópt í høllini.

Aganevndin vísti kæruni aftur, tí nevndin ikki metti tað vera gjørligt at prógva, hvat veruliga er farið fram í dystinum.

Á sjónbandaupptøku, sum millum annað var send í Degi og Viku týsdagin hoyrist ein áhoyrara rópa eitt nú, at neistakvinnan hoyrir heima í mannfólkadeildini.
Men sum skilst kunnu sjónbandaupptøkur ikki nýtast sum próvførsla í tílíkum kærum.

Aganevndin hjá Hondbóltsambandinum staðfestir í úrskurðinum, at innan hondbóltsheimin - hvørki í føroyskum ella evropeiskum

høpi - tykjast vera reglur, sum áseta annan sanktiónsmøguleika enn eina ávaring til felag, sum verður mett at hava tikið lut í happandi og/ella niðrandi atburði mótvegis leikara á mótstøðuliði.

Tí heitir Aganevndin á Hondbóltsambandið um skjótast gjørligt at leggja uppskot til reglur, sum áseta eina veruliga revsing fyri slíka framferð?, skrivar Aganevndin millum annað í úrskurðinum.
Starvsnevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya, sum hevði fund um málið í gjár, er samd við Aganevndina.

Starvsnevndin tekur frástøðu frá niðrandi atburðinum og fer at taka stig til at styrkja lógarverkið, boðar starvsnevndin frá í skrivi.

Hoyr brot frá sjónbandinum her:

Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444