20 ár við høgligari rúsdrekkaskipan

02.11.2012 - 16:42
Lívsstílur
20 ár við høgligari rúsdrekkaskipan
Tað eru 20 ár síðan, at Rúsdrekkasølan byrjaði sítt virksemi. Henda samrøðan viðger mentan og viðurskifti í nútíð, og søguliga.

2. november í 1992 lat fyrsta sølubúðin hjá Rúsdrekkasølu Landsins upp. Tað var við Hoyvíksvegin í Tórshavn, og 15. desember 1992 lat tann næsta upp í Bøgøtu í Klaksvík. Árið eftir komu sølubúðir við rúsdrekka á Tvøroyri, í Skálavík, Saltangará, og Miðvági. Tað eru sostatt 20 ár síðan í dag, at gamla skipanin við at loysa út á posthúsinum og Skipafelagnum misti sín týdning. Eisini hevði nýggja rúsdrekkalógin við sær, at skeinskistøð fóru at skeinkja alment og, ja,<br />
yvirhøvur bleiv tað nógv lættari at fáa hendur á rúsdrekka. Elin Súsanna Jacobsen og Hans Andrias Sølvará práta í innslagnum um viðurskifti viðvíkjandi rúsdrekkaskipanum, árini, og søguligari upplýsing. Elin Súsanna Jacobsen skrivaði Phd ritgerð um rúsdrekka og rúsdrekkasiðir í Føroyum, og Hans Andrias Sølvará er deildarleiðari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891