Flogvøllurin hevur bestu tólini

20.07.2013 - 22:15
Innlendis›Samfelag
Flogvøllurin hevur bestu tólini
Finnbogi Niclasen, sum hevur starvast á flogvøllinum síðani 1979, sigur, at hann minnist bara eina ferð, at líkindini hava verið so ring sum nú í juli

Flogvøllurin í Vágum hevur tey bestu tólini, sum myndugleikarnir góðkenna til flogvallir sum tann í Vágum.

 

Tað sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti.

 

Mjørkin, sum hevur verið nú í juli, er tann ringasti, hann veit um. Hann hevur arbeitt á flogvøllinum síðani 1979.


Í Kastrup til dømis ber til hjá flogførum at seta seg, hóast sýnið bara er 200 metrar. Men útgerðin, sum tann flogvøllurin og aðrir við hava, er ikki egnað í Føroyum, tí flogvøllurin í Vágum er millum fjøll.

 

Finnbogi Niclasen sigur, at Vága floghavn hevur ta útgerð, sum myndugleikarnir góðkenna.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860