Vilja hava meira tosk í Grønlandi og taka rækjuveiðuna uppaftur

Vilja hava meira tosk í Grønlandi og taka rækjuveiðuna uppaftur
Landsstýrið fer í samráðingunum við Grønland í heyst at royna at vaksa toskakvotuna og at fáa rækjukvotu aftur
Bárður á Steig Nielsen er landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
 
03.07.2026 - 13:20

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer í heyst at royna bæði at vaksa um føroysku toskakvotuna í grønlendskum sjógvi og at útvega Føroyum rækjukvotu har aftur.

Í síðstu viku vitjaði grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Peter Borg, føroyska starvsbróður sín, Bárð á Steig Nielsen, og teir skrivaðu undir nýggjan sonevndan karmsáttmála landanna millum um fiskiskap.

Hetta var ein avgreiðsluspurningur, men tað forðaði ikki pørtunum at lodda dýpið og kanska eisini gjara eitt sindur út undan teimum regluligu, men av náttúru, altíð truplu fiskivinnusamráðingunum, sum verða millum londini í heyst. 

 


Bárður á Steig Nielsen og Peter Borg skrivaðu í síðstu viku undir nýggja karmsáttmála um fiskivinnu. 

 

Ongi krøv blivu sett og ongi lyfti givin á fundinum í síðstu viku, tí spurningar um sínamillum fiskirættindi vóru sum nevnt ikki skrá tá, men Bárður á Steig Nielsen heldur, at grønlendski landsstýrismaður skilti føroysku ynskini.

Men tað er greitt, at føroyingar vilja hava meira tosk í grønlendskum sjógvi og sleppa at taka rækjuveiðuna uppaftur. Í fiskirættindasáttmálanum millum ES og Føroyar høvdu føroyingar rækjukvotu, men síðani Bretland fór úr ES, Brexit, hevur eingin rækjufiskiskapur verið hjá føroyingum í Grønlandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03072026_Gronlanndssamradingar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688