Eldraøkið skal til kommunurnar á nýggjárinum

01.08.2013 - 10:10
InnlendisHeilsa
Eldraøkið skal til kommunurnar á nýggjárinum
Landsstýrið heldur fast um ætlanina at lata kommununum eldraøkið á nýggjárinum
Landsstýrið ætlar framvegis, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum.

Tað sæst í frágreiðingini, sum løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag, og í løglistanum fyri nýggju tingsetanina.


Stóri spurningurin er, hvussu nógvar pengar, kommunurnar skulu fáa frá landinum, tá tær taka við eldraøkinum. Og tann spurningurin er verri enn so svaraður enn, nú minni enn hálvt ár er eftir til yvirtøkuna.


Í ár hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, tvær ferðir havt brúk fyri eykajáttan til eldraøkið - til ellis- og røktarheimini og sambýlini. Í alt er talan um slakar 11 milliónir krónur.


Eitt ástøði er, at landsstýrið við vilja hevur havt játtanina so lítla sum gjørligt í fíggjarlógini fyri 2013, so minni verður at flyta úr landskassanum í kommunukassarnar næsta ár. Men tað avsannar landsstýriskvinnan.


Hoyr innslagið!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885