Varðin Pelagic avskipar beinleiðis til Afrika og Russlands

26.08.2013 - 13:07
InnlendisVinna
Varðin Pelagic avskipar beinleiðis til Afrika og Russlands
Virkið fer at nýta størri skip at avskipa sild og makrel úr Føroyum
Varðin Pelagic hevur fyrireikað seg væl, nú ES setir tiltøk í verk móti Føroyum

Varðin Pelagic á Tvøroyri fer at nýta størri skip at flyta sild og makreli úr Føroyum, nú ES setir revsitiltøkini í verk.

 


Frystiskipið Green Crystal liggur á Tvøroyri og fermir 2700 tons frá Varðanum Pelagic og 1600 tons frá Viktoriu, sum hevur tikið ímóti sild og makreli frá Suðringi og Rankanum.

 


Um stutta tíð kemur eitt annað frystiskip, sum tekurr eini 6.000 tons.

 


Tað er neyðugt, um stórar nøgdir skulu flytast til Afrika, Russlands og aðrar marknaðir, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457