Bakkafrost: Kostnaðarstigið er ov høgt

27.08.2013 - 11:45
InnlendisVinna
Bakkafrost: Kostnaðarstigið er ov høgt
Bakkafrost hevði 252 milliónir krónur í vinningi eftir skatt fyrra hálvár í ár, 145 milliónir meira enn í fjør
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti
Mynd: Jógvan Hugo Gardar  

Bakkafrost hevur havt besta úrslitið nakrantíð, men Regin Jacobsen, stjóri, ætlar ikki at sláa seg tols við tað.
 

 

Hann sigur, at kostnaðarstigið er framvegis ov høgt.
 

 

- Hóast marknaðurin er góður, so er neyðugt at gera nakað við kostnaðin, sigur hann.
 

 

Regin Jacobsen sigur, at tað er fyrst og fremst starvsfólkunum í fyritøkuni fyri at takka, at tað gongur so væl hjá Bakkafrosti. Harafturat hava lívfrøðilig viðurskiftini verið góð.
 

 

Bakkafrost hevði 252 milliónir krónur í vinningi eftir skatt fyrra hálvár í ár, 145 milliónir meira enn í fjør. Leiðslan í felagnum var í Oslo í morgun, har úrslitið varð lagt fram.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770