Miðnámsskúlin í Hovi verður umvældur

13.09.2013 - 14:25
Innlendis›Samfelag
Miðnámsskúlin í Hovi verður umvældur
Arbeiðið skal verða liðugt um tríggjar ella fýra mánaðir

Nú verður miðnámsskúlin í Hovi endiliga umvældur.
 

Landsverk og MT Højgaard hava verið ósamd um, hvussu býgningurin skal umvælast, men nú verður ein sáttmáli undirskrivaður.
Longu tá ið miðnámsskúlin í Hovi var liðugur í 2009, vórðu brek staðfest í útvegginum. Ein frágeriðing, sum varð gjørd í desember 2012, staðfesti, at lekar vóru, og at tað gýsur inn ígjøgnum veggirnar.

Byggifelagið MT Højgaard bygdi skúlan, og skal nú eisini umvæla hann. Arbeiðið skal verða liðugt í tríggjar ella fýra mánaðir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329