- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS betur fyri enn væntað
08.10.2013 - 14:22
Innlendis›Samfelag
ALS betur fyri enn væntað
Hallið er minni enn roknað varð við, og eginognin fer ikki so langt niður um 300 mió. kr.

Arbeiðsloysisskipanin er ikki so illa fyri, sum útlitini søgdu fyrst í árinum. Hallið er ikki so stórt sum væntað. Og eginognin fer ikki so langt niður um 300 milliónir krónur.
Í februar var støðan ein heilt onnur. Verða ongar broytingar gjørdar, minkar eginognin hjá ALS 80 milliónir krónur í ár. Hon fer niður í 250 mió. kr.
Tað váttaði formaðurin í ALS-stýrinum, Eyðfinnur Jacobsen, fyrst í februar. Men prosentini fyri útgjaldi og inngjaldi eru framvegis tey somu sum tá í februar.
Hoyr samrøðu við Magna á Deild Olsen, stjóra í ALS, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV













