Mobile Pay bíðar eftir lógarbroyting í Føroyum

Mobile Pay bíðar eftir lógarbroyting í Føroyum
Tað er danska lógin Lov om betalinger, sum Fólkatingið samtykti í 2017, og sum í 2021 varð sett í gildi við kongaligari fyriskipan, sum er forðingin fyri MobilePay í Føroyum
Tað ber ikki til at brúka MobilePay í Føroyum, fyrr enn lógarbroyting er gjørd.
 
05.02.2026 - 12:20

Fyrst var ætlanin, at MobilePay skuldi koma áðrenn summarið í fjør kom, men tað dróg út. So ljóðaði, at skipanin skuldi koma nakað seinni, men eisini tað dróg út, og tað endaði við, at 2025 fór aftur um bak uttan at MobilePay varð sett í gildi í Føroyum.

Men hóast fleiri kanska hildu at tað vóru tøkniligar forðingar, sum gjørdu, at tað ikki bar til at seta skipanina í gildi í Føroyum í fjør, so var tað kortini ikki orsøkin.

Munur á lógunum báðum
Ístaðin var tað ein lógarteknisk forðing, sum stavar frá tí, at danska lógin, sum eitur Lov om betalinger og er frá 2017, í 2021 varð sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan.

Í donsku lógini eru nøkur viðurskifti, sum regulera fyritøkur, sum ikki eru úr kongsríkinum. Talan er um fyritøkur úr ES-londum og fyritøkur úr EBS-londum, tað vil siga londum í evropeiska búskaparliga samstarvinum, men hesar lógargreinirnar vórðu strikaðar, tá uppskotið varð sent landstýrinum at leggja fyri Løgtingið.

Tað, sum hevur gjørt trupulleikan, er, at MobilePay ikki longur koyrir upp á eitt danskt loyvi. Tað gjørdi tað fyrr, men tá norska felagið Vipps og danska felagið MobilePay kastaðu saman, helt felagið fram við norska loyvinum. 

Tað loyvi kann brúkast í Danmark, men tað kann ikki brúkast í Føroyum, og har er tað hundurin er grivin í málinum, sigur forstjórin í Føroya Banka, Turið Finnbogadóttir Arge, sum hevur verið talsfólk fyri føroysku peningastovnarnar í sambandi við MobilePay.

 

05022026_Turid_1

 


Turið Finnbogadóttir Arge. 

 

Tað verður arbeitt við broytingini
Ásetingarnar í donsku lógini loyva norskum fyritøkum at virka á danska marknaðinum, men av tí at hesar ásetingar ikki eru í føroysku lógini, so sleppur Vipps MobilePay ikki at virka í Føroyum uttan at lógin verður broytt.

- Tað verður arbeitt við at broyta lógina, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka.

- Men av tí, at lógin skal broytast í Danmark fyrst, so tekur tað tíð at fáa ígjøgnum, leggur hon afturat.

Turið Finnbogadóttir Arge vil tí ikki siga nakað um nær hon roknar við, at skipanin kann setast í gildi, men hon vónar at tað fer at ganga skjótt at fáa lógina broytta, so tað kann setast í verk.

- Tí skipanin er klár at seta í verk. Hon er riggað til øll føroysk viðurskifti, bæði við innritan, føroyskum kontum og føroyskum telefonnumrum, sigur forstjórin í Føroya Banka.

Vinnufyritøkurnar bíða
Og sjálvt um MobilePay-skipanin er klár at taka í nýtslu í Føroyum, so verður hon - helst - sett í gongd í einari avmarkaðari útgávu, væntar Turið Finnbogadóttir Arge.

- Sum tað sær út nú, so verður tað bara privatkundaparturin, tað vil siga, har privatfólk kunnu flyta hvørjum øðrum pengar við MobilePay, sum verður settur í gildi fyrst, sigur hon.

Orsøkin til tað er, at skal skipanin eisini setast í gildi soleiðis at vinnufyritøkur eisini kunnu brúka hana, so skulu vit hava eina talgilda virkisskrá í landinum og tað hava vit ikki í løtuni.

Men hon er á veg, sigur Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri hjá Talgildu Føroyum.

Hann vil ikki siga beint her og nú, nær skipanin verður klár, men vónar at tað verður áðrenn hetta árið verður liðugt, sigur hann.
 

 

05022026_Turid_2

 

MobilePay hevur júst gjørt avtalu við gjaldskipanir í fleiri evropeiskum londum. Skipanin ger, at tað verður lættari at flyta pengar millum lond.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726