Læknamiðstøðir fáa kommunulæknar at støðast

08.10.2013 - 15:14
InnlendisSamfelag
Læknamiðstøðir fáa kommunulæknar at støðast
Formaðurin í kommunulæknafelagnum heldur, at kommunurnar og læknarnir í Eysturoynni eiga at samstarva um eina loysn
Marjus Dam er formaður í kommunulæknafelagnum

Tað er eitt gott hugskot at seta fleiri læknamiðstøður á stovn, fyri at fáa nýggir kommunulæknar at støðast.

Tað heldur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum.

Tað gongur illa at manna kommunulæknastørvini, og eitt nú Fuglafirði hava sjey ymiskir kommulæknar verið síðani í juli. Marjus Dam heldur, at kommunurnar og læknarnir í Eysturoynni eiga at samstarva um eina loysn, sum skal fáa læknarnar at støðast.

Í løtuni eru 11 kommunulæknar undir útbúgving, og tí væntar formaðurin í kommunulæknafelagnum, at støðan fer at batna.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781