Landsstýrismálanevndin fingið alt tilfar í tunnilsmálinum

11.10.2013 - 13:54
InnlendisPolitikkur
Landsstýrismálanevndin fingið alt tilfar í tunnilsmálinum
Hoyringarsvarið frá Kára P. Højgaard kom í gjár

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur nú fingið tað tilfar, sum hon skal brúka fyri at taka støðu til málini hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, sum nevndin kannar.

Nevndin kannar, hví Kári P. Højgaard ikki hevði tøl og aðrar niðurstøður hjá Landsverki um tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna við í tingið, tá hann svaraði fyrispurningi har.Og hvørja heimild, hann hevði at lova Copenhagen Infrastructure Partners eina millión í break fee.

Nevndin hevur fingið tilfar frá Fíggjarmálaráðnum, sum tað fekk frá Innlendismálaráðnum, og hoyringarsvarið frá Kára P. Højgaard kom seinnapartin í gjár.

Nevndin hevur fund tann 24.oktober.
 

Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg, forkvinnu í landsstýrismálanevndini, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615