- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kreppuárini miklu

Í januar 1929 tekur Føroya Skipara- og Navigatørfelag stig til at stovna Sjóvinnulánsgrunnin, sum skuldi luttaka í fíggingini av vinnuni. Og felagið sendur samstundis eitt opið bræv til Føroya fólk, um at seta pening í grunnin.
Tað er merkisvert, at tað var felagið hjá yvirmonnunum, og ikki reiðararnir, ið tóku hetta stigið, og hetta endurspeglar helst væl ta serligu ognarmentanina, sum eyðkendi fiskivinnuna.
Skipara- og Navigatørfelagið setti 5.000 krónur í grunnin og Fiskimannafelagið somu upphædd. Føroya Skipara- og Navigatørfelag skipaði eisini fyri húsainnsavning, samstundis sum skrivari felagsins, Rikard Long, í bløðunum royndi at skapa áhuga fyri grunninum. Málið var at fáa til vega 300.000 krónur, men skrædlið í Wall Street í oktober 1929 ávirkaði eisini støðuna í Føroyum, og innsavningin steðgaði upp.
21. februar 1931 bjóðaði Christian Holm Jacobsen, keypmaður, Skipara- og Navigatørfelagnum á fund, har ið bert eitt mál var á dagsskránni: Stovning av einum banka við hjálp frá stovnsfænum hjá Sjóvinnulánsgrunninum. Á fundinum luttók eisini Thorstein Petersen, sakførari.
Tann 30. mai 1931 var aðalfundur í Sjóvinnulánsgrunninum, sum nú hevði teknað 220.000 krónur, harav tó bert 50.000 krónur vóru inngoldnar.
Ætlanin var, at nýggi bankin skuldi lata upp longu í oktober 1931. Men tað eyðnaðist ikki.
20. september 1932 boðaði nevndin í Sjóvinnulánsgrunninum til stovnandi aðalfund í bankanum. Aðalfundurin, sum varð hildin í Fráhaldshúsinum 6. oktober 1932, samtykti at stovna P/F Sjóvinnubankan við einum partapeningi upp á 300.000 krónur, har av helvtin skuldi inngjaldast. Føroya Løgting var størsti partaeigari við 60.000 krónum, og næststørsti partaeigari var Skipara- og Navigatørfelagið við 20.000 krónum.
Og 15. desember 1932 lat Sjóvinnubankin upp í Gongini í Havn.
Fyrsta deildin hjá Sjóvinnubankanum læt upp í Sørvági í oktober 1942, og tað var bretska hervaldið, sum hevði umleið 4.000 hermenn í Vágum, sum heitti á bankan um at stovna deildina. Áheitanin fór fyrst til Føroya Banka, men hann hevði ikki gjørt sær greitt, at nú vóru tveir bankar í Føroyum. Føroya Banki bíðaði ov leingi, og tí fekk Sjóvinnubankin møguleikan.
Næsta deildin hjá Sjóvinnubankanum læt ikki upp fyrr enn í 1955 í Klaksvík. Farið varð undir at byggja deildina longu í 1949, men trupla tíðin hjá bankanum fyrst í 1950-árunum gjørdi, at hon læt ikki upp fyrr enn í 1955. Síðani gekk skjótt at stovna fleiri deildir kring landið.
Í 1990-árunum sansaði aftur at í Sjóvinnubankanum. Og 6. oktober 1992 varð Sjóvinnubankin endurfíggjaður eftir at vera farin av knóranum. Og eftir partabrævabýtið í 1993 vórðu Sjóvinnubankin og Føroya Banki lagdir saman í 1994.
Í hesari sendingini verður eisini nomið við sermerktu saltsiluna á Drelnesi, Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik, samferðsluútbyggingar í 1930-árunum, Føroya Ferðamannafelag verður stovnað, og hvørji tiltøk løgtingið setur í verk fyri at tryggja at Føroyar fáa vørur eftir at Seinri heimsbardaga brast á í 1939.
Í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, Ólav Rasmussen, Einar Larsen, Johnny í Grótinum og Maluna Marnersdóttir.

Kreppuárini miklu
Kreppuárini miklu er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1930-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi. Politiska støðan, tónleikur, list og bókmentir í tíðarskeiðnum eru millum evnini, ið verða lýst.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
