Greinari í Eik: Keypsskálarnir í bíðistøðu

15.10.2013 - 12:55
InnlendisSamfelag
Greinari í Eik: Keypsskálarnir í bíðistøðu
Partabrævamarknaðurin bíðar eftir, at ein loysn verður funnin á amerikanska búskapinum, sigur Kristian Østergaard, greinari í Eik Markets

Støðan í amerikanska búskapinum hevur við, at keypsskálarnir eru í bíðistøðu, tí teir vænta eina loysn.
 

Tað sigur Kristian Østergaard, greinari í Eik Markets. Hann væntar ikki, at USA fer í gjaldsteðg hósdagin, sum tað hevur ljóðað seinastu dagarnar, tí hetta er bert ein teknisk dagfesting.

Kristian Østergaard vísir á, at í løtuni er eitt politiskt spæl millum demokratarnar og republikanararnar, serliga um heilsunýskipanina, sum demokratarnir vilja hava setta í verk, og sum republikanararnir eru ímóti.

Hoyr Kristian Østergaard, sum var gestur hjá Sáru Jógvansdóttir í útvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873