Peningastovnar rinda meginpartin av lønarhæddaravgjaldinum

Peningastovnar rinda meginpartin av lønarhæddaravgjaldinum
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at landið kann ikki strika skipanina uttan at seta aðrar inntøkur í staðin
Peningastovnarnir rinda 85 prosent av øllum lønarhæddaravgjaldinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.11.2023 - 08:40

- Eg haldi tað vera ivasamt, um lønarhæddaravgjaldið er ein skynsamur háttur at leggja skatt á banka- og tryggingarvirksemi og heilsurøktartænastur.

Men í løtuni er avbjóðingin hjá landskassanum, at landið kann ikki strika hesa skipan uttan at seta aðrar inntøkur í staðin.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann, um lønarhæddaravgjald.

Lønarhæddaravgjaldið var, tá tað kom í 1994, ætlað at koma í staðin fyri, at avgjaldsskyldugu fyritøkurnar ikki rinda meirvirðisgjald. 

Fyri at hetta ikki skuldi vera ov stórur fyrimunur hjá teimum, var álagt hesum fyritøkum at rinda lønarhæddaravgjald.

 

40 milliónir um árið

Landskassin hevur fingið góðar 40 mió. kr. í lønarhæddaravgjaldi um árið seinastu árini.

Nógv tað mesta, upp í 85 prosent, kemur frá peningastovnunum.

Hitt kemur frá tryggingarvirksemi, og bara ein lítil partur, upp í fimm prosent, kemur frá heilsurøkt, tað eru læknar, tannlæknar og fysioterapi til dømis.

Ruth Vang heldur tað vera skeivt at knýta lønarhæddaravgjaldið til útreiðslurnar, sum  rentustuðulin hevur við sær, tí einki samband er millum tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541