Greinari: USA kann koma í somu støðu um stutta tíð

17.10.2013 - 14:07
InnlendisSamfelag
Greinari: USA kann koma í somu støðu um stutta tíð
Arnfinnur Gudjónsson, leiðari á íløgudeildini í BankNordik, sigur, at størsta avbjóðingin er politiska spælið í USA, sum ávirkar allan búskapin í heiminum
Arnfinnur Gudjónsson er leiðari á íløgudeildini í BankNordik

USA hevur fingið eina fyribils fíggjarlóg, og skuldarloftiið verður hækkað enn einaferð.


- Men hetta er bert ein fyribilslloysn, og USA kann koam í somu støðu aftur um tríggjar mánaðir.


Tað sigur Arnfinnur Gudjónsson, leiðari á íløgudeildini í BankNordik. Hann sigur, at fekst eingin politisk semja í gjár, hevði heimsbúskapurin verið raktur enn einaferð, og viknaði dollarin, hevði tað eisini rakt føroyskar fyritøkur, sum útflyta til USA.


Arnfinnur Gudjónsson sigur, at størsta avbjóðingin er politiska spælið millum demokratar og republikanarar í amerikansku kongressini. Útreiðslurnar eru nógv størri enn inntøkurnar, og amerikanarar noyðast at gera langtíðarætlanir, so tað ber til at arbeiað við gjaldførinum, sum er tøkt.


Hoyr Arnfinn Gudjónsson í samrøðu við Inga Samuelsen í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970