Suðuroyingar varðveita føðideildina

04.11.2013 - 09:05
InnlendisPolitikkur
Suðuroyingar varðveita føðideildina
Hóast landslæknin hevur mælt til at flyta allar føðingar til Havnar, fer landsstýrismaðurin ikki at gera eftir tilmælinum

Barnakonur sleppa framvegis at eiga í Suðuroy, tí føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi verður ikki flutt til Havnar.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tað var landslæknin, Høgni Debes Joensen, sum mælti til at lata føðideildina í Suðuroynni aftur. Landslæknin hevur víst á, at tað er tryggast, at allar føðingar í Føroyum eru á Landssjúkrahúsinum, tí fakligi førleikin er størri har enn á smáu sjúkrahúsunum. Millum annað er gynækologur og narkosu-lækni ikki tøkur reguliga, og ongin barnalækni er á føðideildini í Suðuroynni.

Men landsstýrismaðurin fer ikki at gera, sum landslæknin mælir til.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483