- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava at vita hvat sjúkrahúsini skulu gera
08.11.2013 - 13:56
Innlendis›Politikkur
Vil hava at vita hvat sjúkrahúsini skulu gera
Framsøgukvinnan hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, er vónsvikin av, at heilsunýskipanin er so lítið ítøkilig

- Eg hevði glett meg til orðaskiftið í dag, men eg eri vónsvikin av, at einki stendur í frágreiðingini um heilsunýskipanina, hvørjar uppgávur skulu vera á teimum trmum sjúkrahúsunum.
Tað sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, sum var framsøgukvinna fyri Fólkaflokkin, tá tingið fyrrapartin fór at viðgera frágreiðingina frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir vísir á, at hon í fleiri fyrispurningum til landsstýrismannin hevur spurt, hvørjar uppgávur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. Og Karsten Hansen hevur svarað, at tað skal bíða eftir aðalorðaskiftinum um heilsunýskipanina.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















