- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýriskvinnan: Serlæknapuljan fær pengar, um teir vera tøkir

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, endurtekur, at verður peningur funnin, so kemur hann aftur í serlæknapuljuna.
Tað sigur hon, eftir at Jan Rasmussen, leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur sagt í útvarpstíðindunum, at tað er avgerandi fyri menningina av serlæknaøkinum, at serlæknapuljan heldur fram á sama hátt sum higartil.
Eingin játtan er til serlæknapuljuna á fíggjarlógini næsta ár.
Serlæknapuljan hevur verið brúkt til at seta nýggjar serlæknar í størv, sum eingin lønarjáttan var til frammanundan.
Og næsta ár verða tríggir serlæknar lidnir við útbúgvingina innan diabetes og hormonsjúkur, eldrasjúkur og hjartasjúkur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Sí eisini: Yvirlækni: Serlæknapuljan er avgerandi fyri menning av serlæknaøkinum



























