Sinnað at ganga Føroyum á møti

13.11.2013 - 13:39
InnlendisVinna
Sinnað at ganga Føroyum á møti
Útsøgnirnar hjá norska fiskimálaráðharranum bera boð um, at Norra nærkast føroysku ynskinum í makrel- og sildatrætuni. Tað heldur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, nú norski samstarvsfelagi hansara væntar semju um makrel og sild áðrenn jól

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tekur væl ímóti útsøgnini hjá norska fiskimálaráðharranum. 

Norski fiskimálaráðharran, Elisabeth Aspaker, vónar at finna eina semju í makrel- og sildatrætuni áðrenn jól. Tað sigur hon við norsku tíðindastovuna NTB, eftir fund við ES-fiskivinnukommiserin Mariu Damanaki mánadagin. 

Elisabeth Aspaker sigur, at makrelmálið hevur hægstu raðfesting, og at samráðingarfólkini frá ymisku strandalondunum fara komandi vikurnar at royna at finna eitt samráðingarúrslit, sum gjarna fyriliggur áðrenn jól.

Noreg hevur, eins og ES, sett handilsforboð mót føroyskum fiskavørum. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fegnast útsøgnina, tí Noregi og ES vita neyvt, hvat føroyska makrel- og sildakravið er. Tí ber útsøgnin hjá norska fiskimálaráðharranum boð um, at Noregi og ES eru sinnað at ganga Føroyum á møti í makrel- og sildatrætuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532