Norra eisini í sildastríð

Norra eisini í sildastríð
Norra hevur - eins og Føroyar - ásett sær sína egnu sildakvotu uttanum avtaluna við hini strandalondini
Bæði Føroyar og Norra hava nú tikið seg úr Strandalanda-avtaluni um sildabýtið
 
03.12.2016 - 09:51

Seinastu árini hevur ongin avtala verið millum strandalondini um norðhavssildina.

Føroyar boðaðu í 2013 frá, at vit ikki longur góðtaka gamla býtið, sum gav Føroyum 5,16 prosent. Síðan hava Føroyar einvíst ásett sína kvotu, og í ár varð hon góð 17 prosent av tilmælinum hjá ICES.

Hini londini hava higartil fylgt gamla býtinum, men nú ger Noreg eisini upp við gamla býtið.

Noreg átti 61 prosent av heildarkvotuni, men landið heldur seg hava rætt til ein munandi størri part, og fyri 2017 hevur norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, hækkað kvotuna til 67 prosent.

Hini strandalondini, sum eru Russland, Ísland, Føroyar og ES hava ikki enn boðað frá, hvussu stóra kvotu tey fara at áseta sær í 2017. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037