Russar vilja ikki hava føroyskan uppsjóvarfisk

20.11.2013 - 11:37
Innlendis›Politikkur
Russar vilja ikki hava føroyskan uppsjóvarfisk
Trupulleikar eru at sleppa av við vøruna, men russiski sendiharrin í Danmark lovar at viðgera málið

Føroysk uppsjóvarvirki royna í hesum døgum at selja vørur sínar á russiska marknaðinum, nú ES-marknaðurin er stongdur, men trupulleikar eru at sleppa av við vøruna, tí russar seta strong krøv.


Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, reisti málið í tinginum, tá ófráboðaðir spurningar vóru fyrrapartin.


Johan Dahl, landsstýrismaður, svaraði, at hann og umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna vóru á russisku sendistovuni í Keypmannahavn fríggjadagin og løgdu málið fyri russiska sendiharran. Hann lovaði at viðgera málið.


Hoyr orðaskiftið í tinginum um fyrispurningin her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952