Hevði ongan trupulleika at seta Annfinn V. Hansen

bannari
21.11.2013 - 09:12
Innlendis›Politikkur
Hevði ongan trupulleika at seta Annfinn V. Hansen
Jógvan á Lakjuni vísir á, at tað er løgtingsformaðurin, sum sambært lógini skal velja kanningarstjóra, og ikki allur formansskapurin

Jógvan á Lakjuni heldur heldur tað ikki vera nakran trupulleika, at Annfinn V. Hansen, sum hevur hann sett at kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Johannesen fyri handfaringina av Skálafjarðartunnlinum, miðskeiðis í nítiárunum tvær ferðir tók sæti sum varamaður fyri Fólkaflokkin.


Páll á Reynatúgvu, limur í formansskapinum, undrast á, at Jógvan á Lakjuni ikki tók formansskapin við upp á ráð, áðrenn hann avgjørdi at seta Annfinn V. Hansen sum kanningarstjóra.


Jógvan á Lakjuni vísir á, at tað stendur í lógina, at tað er løgtingsformaðurin, sum setur kanningarstjóra, og ikki allur formansskapurin

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723