- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kuldi avgerandi fyri bardagan móti amøbuni
21.11.2013 - 12:14
Innlendis›Samfelag
Kuldi avgerandi fyri bardagan móti amøbuni
Landsdjóralæknin sigur, at kalda veðrið er ein fyrimunur, nú amøban er staðfest á fleiri alibrúkum

Kalda veðrið er ein fyrimunur, nú amøban, ið elvir til táknusjúkuna AGD, er staðfesti á átta alibrúkum kring landið.
Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
AGD-amøban kann hava vanlukkuligar avleiðingar. Tað veit norska alifyritøkan Grieg Seafood alt um. Í fjør misti fyritøkan 2500 tons av laksi, tí amøban varð staðfest.
Morten Vike, fyritaksstjóri í Grieg Seafood, segði við útvapið 5. november, at AGD-amøban ikki er løtt at skilja.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















