Vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum

Vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum
Talan er ikki bara um olju, men um onnur ráevni eisini, sigur landsstýrismaðrin í vinnumálum
Jarðfeingi hevur í nógv ár granskað og greinað umstøðurnar á føroyska havbotninum, og nú verður føroyski landgrunnurin aftur marknaðarførdur fyri altjóða oljufeløgum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2026 - 11:37

Føroyar eru aftur av álvara farnar at vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður,

Hann hevur júst verið í Noregi og Skotlandi í hesum ørindum.

Jarðfeingi hevur í nógv ár granskað og greinað umstøðurnar á føroyska havbotninum, og nú verður føroyski landgrunnurin aftur marknaðarførdur fyri altjóða oljufeløgum.

Talan er ikki bara um olju, men um onnur ráevni eisini.

 


Jacob Vestergaard

 

700.000 kr. á fíggjarlógini

Í ár eru 700.000 kr. í fíggjarlógini til oljuleiting.

Jarðfeingi hevur givið út frágreiðing um mineral á havbotninum á føroyska landgrunninum. 

Her er talan um millum annað sjáldsom jarðsløg og onnur kritisk ráevni, sum eru avgerandi fyri at gera hátøkni, eisini tøkni, sum verður brúkt í grøna orkuskiftinum.

Serliga Ægisryggurin norðan fyri Føroyar tykist vera áhugaverdur. Men har er djúpt, tveir og hálvur kilometrar.

Tað er tí stór tøknilig avbjóðing at fáa aftur í hesum ráevnum.

- Óvist er, nær hetta gerst tøkniliga møguligt, og nær tað fæst at hanga fíggjarliga saman, sigur Jacob Vestergaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655