Føroyar fyrireika seg til fiskivinnusamráðingar við Russland

Føroyar fyrireika seg til fiskivinnusamráðingar við Russland
Samráðingarnar vera væntandi í desember, og tær vera talgildar, sum tær hava verið seinastu árni
Gadus er ein av trolarunum, sum fiskar í Barentshavinum.
 
05.10.2026 - 10:34

Viðurskiftini millum Russland og vesturheimin eru versnað uppaftur meira seinastu tíðina, og støðan er sera spent.

Men samgongan er samd um, at føroyska fiskiveiðusamstarvið við Russland skal halda fram, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Hann fer at hava ráðførslu við uttanlandsnevndina um málið, og ætlanin er, at samráðingarnar skulu vera í desember. Tær vera talgildar, sum tær hava verið seinastu árni.

 


Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uppsjóvarfiskurin er í løtuni so mikið væl fyri, at ICES í síðstu viku mælti til at hækka mest loyvdu veiðu á øllum trimum stovnunum. Tilmælið fyri svartkjaft, sum er tað fiskaslagið, sum russarar fiska mest av í føroyskum sjógvi, er ein millión og 64.000 tons, sum eru 25 prosent meira enn tilmælið fyri í ár. Tilmælið frá ICES fær stóran týdning fyri samráðingarnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05102026_Bardur_og_russlandssamradingar

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334